Trygdargrunnurin
Bakgrundsmynd

Vaktarskifti á Trygdargrunninum

Starvsfólk Starvsfólk

Í dag, 28. mars 2018, er seinasti arbeiðsdagur hjá Hanna Thomsen, deidarleiðara á Trygdargrunninum. Á sumri 2017 gjørdist Hanni 67 ár, og hevur hann sjálvur tikið avgerð um at gevast í Trygdargrunninum.

Hanni byrjaði at starvast sum skrivstovumaður á Lønjavningargrunni Skipsfiskimanna tann 15. juli 1975.

Fyrstu arbeiðsuppgávurnar hjá Hanna tá vóru at sita fyri Ráfiskagrunninum og oljustudninginum, og seinni royndi hann seg millum annað eisini sum almennan fiskaseljara, tá telefonuppboðssølan kom í 1989. Hendan skipanin helt uppat nøkur ár seinni, tá Fiskamarknaður Føroya kom í 1992.

Í 1997 var Lønjavningargrunnurin umskipaður og lagdur saman við Fiskimálaráðnum, og grunnurin broytti tá navn til Lønjavningarstovan. Hanni var settur sum stjóri fyri Lønjavningarstovuna 1. september í 2004 og sat sum stjóri har fram til 2010, tá Lønjavningarstovan og Forskotsgrunnurin vóru tikin av.

Í 2011 var Trygdargrunnur fiskivinnunar stovnaður, og nýggi grunnurin tók yvir alt virksemið hjá Lønjavningarstovuni, Hanni var tá settur sum fyribilsstjóri á Trygdargrunninum, og hevur síðani miðskeiðis í 2011 virkað sum deildarleiðari á Trygdargrunninum.

Týsdagin 6. oktober 2015 fekk Hanni handaða Dronningens Fortjenstmedalje úr silvuri fyri drúgva og trúgva tænastu á Lønjavningargrunninum og Trygdargrunninum í 40 ár.

Samstundis sum Hanni takkar fyri seg, er nýggjur deildarleiðari settur á Trygdargrunninum. Jeanette á Argjaboða, sum hevur starvast á Trygdargrunninum síðani 2013, tekur yvir eftir Hanna. Jeanette er 38 ára gomul og útbúgvin cand.it. Hon hevur síðani august 2013 starvast á Trygdargrunninum sum verkætlanarsamskipari.

Vit vilja takka Hanna hjartaliga fyri trúgva tænastu og ynskja honum alt tað besta og samstundis ynskja Jeanette tillukku við nýggja starvinum.