Trygdargrunnurin
Bakgrundsmynd

Trygdargunnurin fingið skrivstovulærning

Anton Small Anton Small

Trygdargrunnurin søkti eftir einum skrivstovunæming,i og tá freistin at søkja var úti. bjóðaði TGF fýra umsøkjarum til samrøðu. Eftir samrøðurnar var avgjørt at seta Anton Dulavík Olsen sum næming.

Anton er 28 ár og búsitandi í Havn. Í juni 2020 varð hann liðugur á búskaparbreytini á Kambsdali. Meðan hann gekk í skúla, arbeiddi hann hjá Vaðhorn á Strondum, har hann eisini hevur starvast seinasta árið.

Anton byrjaði sum næmingur í TGF fríggjadagin 1. oktober.