Trygdargrunnurin
Bakgrundsmynd

Nýggj heimasíða

Trygdargrunnur fiskivinnunnar hevur fingið nýggja heimasíðu (tgf.fo). Heimasíðan er nútímansgjørd, fingið nýtt snið. Hon er blivin brúkaravinarlig, greið og løtt at reikast á. Heimasíðan er eisini tillagað til nýtslu á fartelefonum og teldlum.
Í samband við at arbeitt hevur verið við nýggju heimasíðuni hjá Trygdargrunninum var eisini avgjørt at fáa okkum styttingina TGF. Hetta ger tað lættari og skjótari at koma inn á heimasíðuna, umframt at tað er meira brúkaravinarligt tá hugsað verður um at senda okkum teldupost. Hetta merkir so eisini, at vit hava fingið nýggjar teldupostadressur. Høvuðsadressan er nú tgf@tgf.fo.