Trygdargrunnurin
Bakgrundsmynd

Broytingar í kunngerðini um inntøkutrygd til útróðrarfólk

Fleiri broytingar eru gjørdar í kunngerðini um inntøkutrygd. Broytingarnar, ið eru kunngjørdar, snúgva seg um minstaforvinningin. Endamálið við broytingunum er at tryggja eina betri og meira javna inntøku hjá útróðrarfólkunum. Broytingarnar í kunngerðini eru, at útgjaldið er hækkað, og tað verður heldur smidligari at skifta eitt fiskifar, ið er meldað til minstaforvinning, út við eitt annað fiskifar. Aftrat hesum, so hækkar kravið um avreiðingarvirðið seinastu 12 mánaðirnar.

Fyrsta broytingin er, sum sagt, at útgjaldið til minstaforvinning hækkaði 1. januar 2025 úr 19.500,- krónum uppí 22.600,- krónur. Hetta er ein hækking á knøpp 16%.

Umframt at útgjaldið hækkaði, so verður tað lættari hjá útróðrarfólkum at skifta eitt fiskifar, ið er meldað til skipanina við minstaforvinningi, út við annað fiskifar. Fyri at manningin á fiskifarinum skal varðveita rættindini til minstaforvinningin, skal bátsformaðurin boða Trygdargrunni fiskivinnunnar frá skjótast gjørligt og í seinasta lagi saman við mánaðarligu avrokningini. Innskifta fiskifarið skal meldast til skipanina saman við fráboðanini.

Tann síðsta broytingin, sum er gjørd til kunngerðina, kemur í gildi 1. juli 2025. Broytingin snýr seg um avreiðingarkravið seinastu 12 mánaðirnar frammanundan. Hetta kravið hækkar úr 240.000,-  uppí 350.000,- pr. tilmeldaðan persón seinastu 12 mánaðirnar frammanundan.

Við broytingunum vil Trygdargrunnurin styrkja fíggjarliga tryggleikan hjá útróðrarfólkunum og skapa smidligari karmar fyri vinnuna.